Brandur við í danskari sjónvarpssending

Brandur Enni skal í hesu vikuni verða við í kendu sjónvarpssendingini "Snurre Snups Søndagsklub", har skemtiligi Bubber er vertur

Tónleikur
Ragnhild Ellingsgaard

Í dag fer Brandur Enni saman við øllum dansigentunum við flogfarinum til Danmarkar, har tey skulu vera við í eini væl umtóktari danskari sjónvarpssending.

Brandur og Bubber
Talan er um kendu sendingina "Snurre Snups Søndagsklub", sum navnframi Bubber er vertur á. Sendingin hevur verið á skránni hjá TV2 síðani 1994, og er sera væl umtókt millum donsk børn og ung.
"Snurre Snups Søndagsklub" er ein av teim sendingunum, sum hevur flest hyggjarar í danska ríkinum
Í sendingini fær Bubber vitjan av kendum tónleikurum, og millum tey, sum hava verið við, finna vit nøvn sum Me & My, Gnags, EyeQ og Blue. Men nú er tíðin so komin til at eitt føroyskt navn eisini verður at síggja í hesu rúgvuni.
Brandur skal saman við dansigentum sínum framføra nøkur løg, og eisini verður pláss til onkurt prát við ungu pop-stjørnuna úr Føroyum.
Harafturat verða onkur videoklipp av Brandi á palli í Føroyum víst.

Stór avbjóðing
Hetta er sjálvandi ein stór avbjóðing fyri unga tvøramannin, og spennandi verður at vita, hvussu hann fer at klára seg.
Manningin aftanfyri Brand hevur síðan fløguútgávuna "Waiting in the Monnligt" gjørt eina roynd í at røkka uttanlands við tónleikinum hjá Brandi, og luttøkan í "Snurre Snups Søndagsklub" er eitt úrslit av hesum arbeiðið.
Sendingin verður tikin upp longu nú fríggjadagin, og verður hon víst á TV2 sunnudagin tann 16. mai millum klokkan 09.00 og 11.00 føroyska tíð.