Eingin ivi er um, at hann er nógv saknaður. Bæði á landsliðnum og í Helsingborg IF.
Tað er Brandur Hendriksson Olsen, sum tað snýr seg um. Fyri stuttum varð hann illa skaddur í knænum, tá ið Helsingborg var á venjingarlegu í Spania. Tað vísti seg, at krossbandið í øðrum knænum er slitið.
Síðani hevur verið bíðað eftir skurðviðgerðini, og nú verður tað fyrsta dagin, at Brandur verður skurðviðgjørdur. Síðani verður dagsskráin at venja og venja, og so er at vóna, at landsliðsspælarin verður tøkur aftur um eitt ár ella so.
Í kvøld vunnu Føroyar 1-0 í vinardysti ímóti Liktinstein. Bæði í kvøld og ikki minni í 0-0 dystinum ímóti Gibraltar leygardagin var Brandur nógv saknaður.
Um vikuskiftið verður fyrsta umfar í bestu svensku landskappingini. Leygardagin fer Helsingborg IF at spæla á útivølli ímóti Hammarby. Viljormur Davidsen verður millum Helsingborg IF spælararnar. Og sjálvandi verður saknur í Brandi H. Olsen, sum í heyst var lyklaspælari, tá ið liðið vann uppflyting í bestu deildina eftir í eitt ár at hava verið í næstbestu deildini.











