Brandur stóran lut í javnleiki móti Juventus

Brandur var við frá byrjan, tá FCK og Juventus í dag spældu 2-2 í UEFA Youth Cup.

Skálvíkingur byrjaði inni á miðvøllinum hjá FC Keypamannahavn, sum í dag megnaði at spæla javnleik 2-2 móti italska Juventus. Føroyski U19 landsliðsliðskiparin átti sín lut í frálíka avrikinum, tí tað var hann, ið bleiv feldur, tá Juventus fekk ein mann útvístan.

 

FCK kom á odda, tá Juventus verjuspælarin, Marin, gjørdi sjálvmál. Sìðani javnaði García fyri gestirnar úr Torino, áðrenn Sakor miðskeiði í seinna hálvleiki legði Juventus á odda 2-1.

 

Tólv minuttir fyri tíð fekk Roussos sítt seinna gula kort fyri at fella Brand H. Olsen. Trígjjar minuttir fyri tíð varð Brandur skiftur út. Í evstu løtu fekk FCK brotsspark, sum liðskiparin, Wohlegemuth, skoraði uppá.

 

Brandur Hendriksson Olsen spældi sosatt 87 minuttir av dystinum og er fysti føroyingurin, sum hevur roynt seg í U19 Champions League kappingini hjá UEFA.

Les eisini: Brandur skal spæla móti Juventus