Brandur skoraði bæði málini í 2-1 sigri hjá FH

Brandur Hendrikson Olsen var aftur sera eyðsýndur, tá FH á heimavølli vann 2-1 á Fylkir í bestu íslendsku fótbóltsdeildini

Tað gongur væl hjá Brandi Hendrikssyni Olsen í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

Í vikuni skoraði hann eitt mál, og átti lut í tveimum øðrum málum tá lið hansara, FH vann 3-1 á KR í hálvfinaluni í steypakappingini.

Í kvøld hevur Brandur Hendriksson Olsen aftur gjørt ein vørr.

FH hevur fyri løtu síðani vunnið 2-1 á Fylkir, og Brandur hevur skorað bæði málini fyri FH.

Ólafur Ingi Skúlason legði Fylkir á odda á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfirði tá fimm minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki.

Men so fór Brandur Hendriksson Olsen í gongd. Tá 61 minuttir vóru farnir javnaði Brandur fyri FH við einum góðum skoti uttanfyri brotsteigarmarkið, og júst tá vanliga leiktíðin var farin skoraði Brandur sigursmálið til 2-1 við enn einum góðum skoti frá brotsteigarmarkinum.

Gunnar Nielsen sat aftur á beinkinum hjá FH í dag.

Komandi sunnudag tekur FH móti Breiðablik á heimavølli sum er ein sera avgerandi dystur í kappingini um Europa League plássini.

FH spælir steypafinalu móti Víkingi Reykjavík á Laugardalsvøllinum í Reykjavík, leygardagin 14. september. 

Liðið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur spælir móti Breiðablik á útivølli í annaðkvøld klokkan 20.15. 

Støðan:

Nr.
1KR16 dystir113235:2036 stig
2Breiðablik1692531:1929
3Stjarnan1776427:2427
4FH1775523:2426
5HK1774624:1925
6Valur1672728:2423
7Fylkir1765626:2823
8ÍA1764721:2022
9KA1762924:2920
10Víkingur R.1647525:2619
11Grindavík1739514:1918
12ÍBV17131313:396