Brandur Sandoy stillar ikki upp hesaferð

– Nei, eg stilli ikki upp hesaferð.

 

Brandur Sandoy hevði sæti sum fastur varamaður á tingi til hann mátti lút, tá Annika Olsen var kroyst úr Løgtinginum.

So greið eru boðini, tá vit spyrja Brand Sandoy um hald er í leysatíðindum um, at hann, hóast hann hevur meldað seg úr Fólkaflokkin, kortini stillar upp til løgtingsvalið hesaferð.

– Eg eri als ikki firtin inn á Fólkaflokkin, men eg eri eitt heilt annað stað nú, sigur Brandur Sandoy.

Spurdu hvat tað merkir, sigur hann, at hann er farin at læra til timburmann. Og tað ger hann, hóast hann í fleiri ár hevur arbeitt sum timburmaður.

– Eg havi verið til eina førleikameting og kann taka útbúgvingina upp á 30 vikur, sigur hann. Tað merkir, at hann skal í skúla í nakrar vikur, gera sveinastykki í nakrar vikur og so arbeiða hjá meistara í nakrar vikur. Tá hann staðið ta royndina fær hann prógv sum timburmaður.

– Tað kann væl vera, at eg vendi aftur til politikk seinni, men eg stilli so ikki upp hesaferð, sigur Brandur Sandoy.

Sandoyar Fólkafloksfelag hevði uppstillingarfund í gjárkvøldið, og verður tað Winnie Kjærbo, sum stillar upp fyri Fólkaflokkin í Sandoynni.

 

##med2##

 

Brandur Sandoy hevði sæti sum fastur varamaður á tingi til hann mátti lút, tá Annika Olsen var kroyst úr Løgtinginum.

Her er Winnie Kjærbo saman við floksformanninum, Beinir Johannesen.