Brandur og Rógvi eru við í hópunum

Í morgin klokkan 17.15 møtast Fredericia og FC Keypmannahavn í donsku steypakappingini

Um tað  - sæð við føroyskum eygum - lagar seg, so kunnu vit fáa eina føroyinga-uppgerð í donsku steypakappingini í fótbólti seint seinnapartin í morgin.

 

FC Fredericia, sum hevur Rógva Baldvinsso í hópinum tekur ímóti FC Keypmannahavn, sum hevur Brand Hendriksson í hópinum. Hetta kunngera heimasíðurnar hjá Fredericia og FC Keypmannahavn.

 

Talan er um fjórða umfar í donsku steypakappingini. Dysturin í Fredericia byrjar klokkan 17.15 føroyska tíð, og sæst á TV3 Pluss, sum sæst hjá m.ø. Televarpinum. Eftir er bert at vóna, at føroyska landsliðsspælararnir sleppa til orðanna í dystinum.