Um vikuskiftið var stórfingin konsert við unga stjørnuskotinum Brandi Enni í Fuglafirði. Hann sang sjálvur, og eisini saman við íslendsku Jóhonnu Gúðrun, sum hann hevur sungið eina duett inn saman við.
Útselt var til konsertina og salurin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði var fullur bæði av heilt ungum og eldri fólki.
Konsertin byrjaði klokkan átta um kvøldið og í meira enn ein tíma undirhildu Brandur og hini øllum teimum, sum høvdu leitað sær í Mentanarhúsið leygarkvøldið.
Stór myndarøð og reportasja verður í blaðnum í morgin.










