Stokkhólm: Christer Sjøgren, sum tey flestu kenna frá Vikingarna, og E-type, ið er vælkendur popsangari, eru tey kendastu nøvnini í kappingini. Tilsamans eru tað sjey bólkar og einstaklingar, sum skulu kappast í Gøteborg. Í Svøríki er Grand Prix ella Melodifestivalen, sum tað eitur her, gjørt á tann hátt, at tað fyrst eru fýra semifinalir, og tað er í tí einu semifinaluni, sum føroyingurin Brandur skal vera við, við sanginum "Lullaby". Sjálvur sær Brandur sera róligur út, tá Sosialurin fangar hann "backstage". Hárið er er gjørt punkut, og eitt sindur av sjónvapssmyrsli er smurt uppá. - Eg fór tíðliga upp í morgum, tað er ein stylistur her, sum hjálpur okkum við klæðum og tí ymiska, sigur hann. Men leggur aftrat, at klædningsjakkin hann er í, eigur hann sjálvur. Eini 100-200 tíðindafólk kappast um at tosa og taka myndir av teimum luttakandi. Køin til Christer Sjøgren er sjálvandi longst, men allatíðina eru tað fleiri tíðindafólk, sum eisini vilja tosa við Brand. Tosar væl svenskt Brandur svarar á góðum svenskum. Hann hevur búð meir ella minni í Svøríki í trý ár og býr nú í høvuðstaðnum Stockholm. - Mær dámar væl tónleikalívið her í Svøríki, men um eg veri verðandi her, veit eg ikki, sigur hann tá ein av tíðindafólkunum frá Expressen spyr, um hann ætlar at satsa upp á at blíva kendur í Svøríki. Men eitt er víst, lívið hjá Brandi Enni verður nokk ikki tað sama, aftan á at hann hevur verið við í Melodifestivalen. Kappingin er sera, sera stór her í Svøríki, og nógvar miljónir av sjónvarpshyggjarum fylgja kappingini. Christer Bjørkman, ið er fyriskipari av allari kappingini sigur, at Brandur hevur stórar møguleikar at vinna. - Hann hevur ein avbera góðan sang og er sera dugnaligur hóast sín unga aldur, sigur hann. Men hvussu ber tað til, at ein føroyingur kappast í svenska Grand Prix? - Tað er ikki serliga vanligt, at onnur enn sviar kappast, men fyri nøkrum árum síðandi var jú Sanne Salamonsen við í svenska Grand Prixinum. Eg havi hoyrt sera nógv positivt um Brand, og nógv fløgufeløg her í Svøríki hava leingi verið áhugað í honum, sigur Christer Bjørkman Fara føroyingar at kunna atkvøða fyri Brandi? Nei, tað ber ikki til at atkvøða úr útlandinum, men tey eru vælkomin at ferðast til Svøríki, tá kappingin verður, sigur Christer Bjørkman brosandi. Brandur fegnast um, at tað er í Gøteborg, hann skal kappast. Gøteborg er næst størsti býur í Svøríki, og kappingin verður óivað í sera stóra konserthølinum "Skandinavium". Brandur hevur ikki givið nakra fløgu út í Svøríki, men arbeiður við tí í løtuni. Sangurin hjá honum eitur sum sagt "Lullaby" og er ein róligur sangur har røddin fær nógv pláss, sum Brandur sjálvur sigur tað. Teir, ið hava skrivað sangin, hava áður luttikið við millum annað vælkenda lagnum "Cara cara mia", ið kom á triðjaplássið í fjør í stóru finaluni. At vera ein ókendur føroyingar millum stórar svenskar stjørnum virkar ikki at verða nakar trupulleiki fyri Brandur Enni. - Tað ger onki, tí tá hava fólk onga meining um meg, sigur hann og fer víðari til næsta tíðindafólkið.










