Brandur Hendriksson Olsen skoraði avgerandi málið, tá Randers FC í dag vann 2-1 FC Nordsjælland. Føroyski landsliðsspælarin kom inn í seinna hálvleiki.
Síggj samrøðuna við Brand H. Olsen við at trýsta á pílin á myndini
- Hetta er tað tú droymir um, tá tú spælir fótbólt, so tað er fantastisk, sigur Brandur H. Olsen við Randers FC heimasíðuna.
Skálvíkingurin fegnast um sigurin, og vónar at hetta kann geva honum fleiri møguleikar í framtíðini.
Við sigrinum hevur Randers eins nógv stig og Brøndby á øðrum plássi, men hevur spælt ein dyst fleiri. Brandur Hendriksson Olsen er við føroyska landsliðnum, sum í komandi viku spælir í Sveis.