Brandur Hendriksson Olsen hevur gjørt nýggjan sáttmála við íslendska felagið FH, sum er galdandi fram til 2021. Føroyski landsliðsmiðvallarin kom til FH í 2018.
Skálvíkingurin, sum hevur slitið sínar barnaskógvar í B71, hevur spælt 32 dystir fyri FH og skotið 11 mál. 23 ára gamli føroyski landsliðsmiðvallarin kom til FH, eftir ein drúgvan skaða, men er nú av álvara komin fyri seg. Hann hevur eisini eina fortíð í FCK, Randers og Vendsyssel í Danmark.
Venjarin hjá FH, Ólafur Kristjánsson (myndin), hevur fleiri ferðir róst Brandi Hendrikssyni fyri avrikini í hesum kappingarárinum. Umframt bólttrygga miðvallaran, so eru tveir aðrir føroyingar eisini í hópinum. Teir eru Gunnar Nielsen og Jákup L. Thomsen.