Brandur Enni á veg til Hollywood

Brandur Enni fer í apríl mánað til Hawaii, har hann skal práta við Real Eagle filmfelagið um møguleikan til at verða við í einum filmi. Um filmurin verður til nakað, so er fíggjarætlanin tríggjar til fimmhundrað milliónir, kendi danin Viggo Mortensen kemur møguliga til at spæla høvuðsleiklutin, og helvtina av filminum verður møguliga upptikin í Føroyum

Tað hevur verið heldur friðarligt seinastu tíðina rundan um unga tvøroyrardrongin Brandur Enni. Men nú eru stórtíðindi at frætta, tí í apríl mánað sleppur Brandur Enni til Hawaii, har hann kanska fær møguleikan til at verða við í einum stórum Hollywood filmi. Hetta er ein gomul ætlan, sum í fleiri ár hevur verið ávegis. Og Brandur hevur alla tíðina havt samband við fólkini aftanfyri filmin. At hann nú verður bjóðaður til Hawaii kann hava í sær, at nú verður kanska álvari í, at hann sleppur við í filmin.
-Tá ið tað kemur til filmsheimin, so eru tingini rættiliga óítøkilig. Tað er langt frá hugskot til veruleika. Men tá ið ein verður bjóðaður yvir har sum tingini henda, so kann tað væl verða, at okkurt kemur burturúr, sigur Jógvan Eliasen, ið tekur sær av sølu og marknaðarføring hjá Brandi.

Óvissur leiklutur
Um nú Brandur slapp við í filmin, so er tað enn rættiliga óvist, hvat fyri leiklut Brandur skal hava í filminum.
-Talan kann verða um ein filmsleiklut ella um ein sang til filmsfløguna. Líkamikið hvør møguligi leikluturin verður, so kann hetta lata heimsmarknaðin upp fyri Brandi, soleiðis at hann kann gera seg galdandi ikki bara her heima í Føroyum men eisini á heimsmarknaðinum, sigur Jógvan Eliasen.
Í løtuni gongur Brandur á tónleikaskúla í Svøríki, ein nýggj fløga er á veg, og myspace heimasíðan hjá Brandi er so væl umtókt, at eini 10.000 fólk hava longu verið og vitjað.

Taka film upp í Føroyum
Tað er Bonnie Carrini, ið er havmyndakvinna, sum er komin við hugskotinum um filmin. Hon hevur verið og vitjað í Føroyum, og bleiv hugtikin av hvussu nógv Føroyar líktust Hawaii.
-Henni dámdi so væl líkheitina millum Hawaii og Føroyar, at hon fekk hugskotið um at gera ein film, har helvtin skal upptakast í Hawaii og helvtin í Føroyum. Møguliga verður víst, hvussu lívið er í Føroyum í mun til lívið í Hawaii. Hetta skal nokk krydrast við tí vanligu filmssøguni um kærleika og tað góða móti tí ónda. Eg haldi, at tey hava Viggo Mortensen í huga til ein av høvuðsleiklutunum, sigur Jógvan Eliasen.