Brandbilur sum gáva til Albania

Tórshavnar Sløkkilið ger í hesum døgum ein lastbil kláran til at senda sum gávu til eitt sløkkilið í Tirana, høvuðsstaðnum í Albania.

Talan er um ein fýrahjólsdrivnan Mercedes-Benz lastbil frá 1964 við 6 syl. dieselmotori og umleið 100 hk. Bilurin hevur verið í Føroyum seinastu 10 árini, hann var keyptur frá Beredskabsstyrelsen í Danmark í 1999.


Kristján Eiriksson frá Tórshavnar Sløkkiliði, sum hevur staðið fyri at gera bilin kláran til at senda av landinum, sigur, at hóast bilurin er gamal, er hann í sera góðum standi. Kristján sigur, at í sambandi við at gera bilin kláran hava teir fingið sera góðan stuðul frá einstaklingum og fyritøkum.


Bilurin verður sendur til Danmarkar, og tað er Dansk International Rednings Forening, sum tekur sær av at fáa hann til Albania. Felagsskapurin, sum varð stovnaður í 2003, hevur sum endamál at hjálpa til við at etablera og uppbyggja brand- og bjargingartænastur í londum har stórur mangul er á slíkum tænastum. Fyrsta landið sum fær hjálp frá felagsskapinum er Albania, har stórur tørvur er á sløkkiútgerð.