Bragdið í Montenegro kravdi blóð og tenn

Rógvi Dal Christiansen fór av vøllinum við stórum snuddi um munnin

Tá ið føroyska hondbóltslandsliðið framdi bragdið við javnleikinum í Montenegro var tað ikki uttan snuddir.

Bæði Rógvi Dal Christiansen og Jónas G. Djurhuus fingu nakrar ógvusligar takklingar, ið máttu kannast eftir dystin. Eingin liðlækni er í ferðalagnum, men so er heppið at royndi strikuleikarin á liðnum, Rókur Akralíð, sjálvur er lækni, og hann mælti til at báðir leikararnir skuldu á sjúkrahúsið í Podgorisa til kanningar.

 

Hjá Jónasi Djurhuus snúði tað seg um nøkur sera eym rivjabein, men røntgenmyndir vístu tíbetur at einki var brákað ella brotið.

 

Snuddurin á Rógva Dal Christiansen sat nakað hægri. Hann var í hóslag við ein montenegriskan leikara, tá ið hann kendi hondina á mótstøðuleikaranum raka í andlitið.

-Tá ið eg komi út á bonkin varnist eg at okkurt hongur út úr vørrini hjá mær og at tvær tenn kennast leysar.

 

Rógvi Dal Christiansen spældi ikki aftur í dystinum, men hann hevði kortini hug. Hann vísir tó á, at hinir strikuleikararnir vóru komnir inn í eina góða rútmu, so at tað kom ikki reiðiliga upp á tal at skifta sterka kyndilsleikaran inn aftur.

-Eg var sjálvandi vónbrotin at hetta skuldi forða mær at spæla, men eg var ótrúliga glaður um úrslitið, sigur Rógvi Dal Christiansen avgjørdur.

 

Eftir dystin var hann so fluttur á skaðastovuna, har hann fekk fimm pentur í vørrina, sum sæst í myndini omanfyri.

Leysu tonnina skræddi føroyingurin sjálvur úr, men hann hevur ikki tveitt hana burtur.

-Rókur bað meg goyma tonnina, so eg havi hana í einum lítlum ílatið av mjólk so hon ikki todnar, greiðir Rógvi Dal Christiansen frá.

 

Í morgin fyrrapartin fer føroyski strikuleikarin so til tannlækna í Skjern við tonnini uppi á sær.

Sjálvur harmast føroyingurin um, at hetta merkir at hann ikki fær vant við liðnum fyrrapartin í morgin.

Tí hann ætlar sær at spæla dystin móti Danmark.
-Eg eri klárur til dystin, men eg spæli við eini tannverju í munninum, greiðir Rógvi Dal Christiansen frá, áðrenn hann at enda leggur afturat at hann fekk hevnt seg inn á mannin, ið framdi skaðan.

 

-Tá eg eri komin út á bonkin varnist eg at hin leikarin heldur um fingurin hjá sær, og eg síggi at fingurin er púrasta skeivur, so eg fekk hevnd hóast eg ikki ætlaði tað, endar Rógvi Dal Christiansen brosandi við teimum fimm pentunum.