Sendistova Føroya í Keypmannahavn mælir til, at føroyingar ið ynskja at avgreiða brævatkvøðu til løgtingsvalið 2022 gera hetta í seinasta lagi mánadagin 28. november kl. 15 fyri at tryggja, at brævatkvøðan verður frammi á valstaðnum fyri kl. 10 á valdegnum.
Veljarar staddir í Keypmannahavn kunnu brævatkvøða á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn yrkadagar kl. 10-15 á Strandgade 91, 4. hædd, 1401 København K.
Føroyskir sjúklingar, ið eru innlagdir á Ríkissjúkrahúsinum fáa møguleika fyri at brævatkvøða á sjúkrahúsinum.