Løgreglan í russiska landspartinum Udmurtia tók nýliga eina kvinnu, sum hevði staðið brúður tann sama dagin. Løgreglan kom eftir, at kvinnan hevði myrt ein mann kvøldið fyri, og tí bleiv hon tikin.
Løgreglan sigur, at tann 22 ára gamla brúðurin er nú ákærd fyri at hava myrt ein 45 ára gamlan mann. Tey bæði búðu í somu bygd og kendust. Hann skyldaði henni nakað av pengum, og kvøldið fyri brúdleypið kom hann at vitja kvinnuna og unnusta hennara. Tað endaði við, at tey fóru at keglast um pengarnar, og kvinnan leyp á tann 45 ára gamla og fór so illa við honum, at hann doyði stutt eftir.
Morgunin eftir frættist, at tann 45 ára gamli maðurin var deyður, men hóast hon hevði dripið ein mann, og unnustin hevði hugt at, aftraðu tey seg ikki við at giftast sum ætlað. Men tey fingu ikki nógv burtur úr brúdleypsdegnum, tí longu seinnapartin kom løgreglan eftir brúðurini. Hon kann nú vænta at sita í fongsli tey næstu 15 árini, skriva russiskir fjølmiðlar.










