Bróta fløskur á ólavsøku

Eitt av teimum nýggju og heilt óvanligu tiltøkunum á ólavsøku í ár verður at bróta fløskur. Talan er ikki um at bróta fløskur á vegnum. Nei, tað er ein kapping um at bróta fløskur, sum eru komnar frá Rúsuni.

Kapping er skipað sum bouling. Við jarnkúlum verður kastað, og í staðin fyri at hava boulingkeylur verða fløskur nýttar. Jarnkúlan skal klára at bróta fløskurnar. Fløskurnar detta síðan niður í ein kassa, sum síðani verður koyrdur niðan til Rúsuna aftaná.

Tað er Manskórið í Meinigheitshúsinum í Havn, sum skipar fyri hesum tiltakinum, sum verður niðanfyri Sjónleikarahúsið.

Fløskurnar frá Rúsuni skuldu knúsast kortini, og nú verður tað so ístaðin gjørt við at boula.

Per Hansen frá manskórinum sigur, at peningurin skal nýtast til eina uttanlandaferð næsta summar. At teir júst hava valt at knúsa fløskur hevur eisini nakað symbolskt í sær.