Í hesum døgum brúka nógvir føroyingar part av síni frítíð til at fylgja við europameistarakappingini í hondbólti, sum verður spæld í Eysturríki. Og hesaferð hava vit kanska eina serstaka orsøk til at fylgja við. Tí fleiri Norðurlond eru við.
Aftaná fótbólt man hondbóltur vera tann ítróttargreinin, sum flestu føroyingar hava áhuga fyri. Okkara egna hondbóltslandslið hevur júst luttikið í undankapping. Har var úrslitið einki serligt. So vit hava enn ein langan veg til at gerast javnstillaður partur av hondbóltsheiminum.
Okkara brøðratjóðir, soleiðis kenna og uppfata vit tær í hvussu er, Norðurlond, hava harafturímóti drúgvar traditiónir sum góðar hondbóltstjóðir. Og hvat vit enn halda um hetta hugtakið brøðratjóðir, so slepst ikki undan, at vit identifisera okkum meira við hesar tjóðir enn onnur lond. Tað liggur líkasum í blóðinum fyri ikki at siga í máli og mentan.
Vit fegnast, tá tað gongur væl hjá ikki minst Danmark. Og soleiðis er eisini við Svøríki og Noregi, tá tey kappast. Og ikki at gloyma íslendsku grannar okkara. Tað er líkasum, at norðurlendska vælferðarskipanin gongur og sæst aftur eisini á ítróttarøkinum.
Og í dag er ítróttur meira enn bara kapping um at vera bestur. Ítróttur er vorðin ein týðandi táttur í heilsu- og trivnaðarhøpi. Kappingarítróttin er so ein magnetur ella katalysatorur í so máta, sum vit heldur ikki eiga at undirmeta. Hon líkasum er flaggskipið, sum vísir vegin og dregur.
Við allari respekt fyri øðrum ítróttargreinum, so er okkurt serligt við hondbólti á høgum støði. Tað er ein frægd fyri eygað at fylgja við, tá liðspælið gongur sum smurt, ella tá solistarnir hava frítt rásarúm og vísa síni kynstur og genialitet. Tað er álíkt eini symfoni, tá góð hondbóltslið spæla seg til sigur. Fimleiki, skjótleiki og eisini rástyrki eru partar av hesum samanspæli. Og tá tað gongur upp í eina hægri eind er tað ein sonn njótan fyri áskoðaran.
Tað er hesa kenslu vit hava, tá vit siggja heimsins bestu hondbóltstjóðir kappast. Men aftrat tí hoyrir eisini tjóðskaparkenslan. At halda við nøkrum. Og her kemur okkara serstaki áhugi fyri okkara norðurlendsku brøðratjóðum. Og hann er so stórur, at sjálvt loysingarfólk fegnast, tá Danmark skorar ímóti teimum stóru.
Danmark, Svøríki, Noreg og Ísland eru við í EM. Danmark og Ìsland munnu vera tey lond, sum standa okkum næst. Og nettup tey hava eisini staðið seg best higartil. Danmark vann EM seinast, men uppgávan hesaferð er møtimikil, tí pólendingar, fraklendingar og spaniólar eiga sera góð lið. Oftani er tað áhugin fyri teimum smáu, sum megna at syfta teir stóru, tað, sum telur mest. Og so er m.a. við Íslandi. Íslendingar hava eins og danir drúgvar hondbóltstraditiónir, og tað var einki minni enn eitt bragd, tá Ísland vann silvur við OL. Vit krossa fingrar fyri Danmark og Íslandi serliga, og tí verður tað ein tung og torfør løta, tá júst hesi bæði londini møtast leygarkvøldið.