Brúktbilamarknaður á Skálatrøð

Í morgin verður Skálatrøð karmur um Føroya størsta brúktabilamarknað, tá flestu bilasølur fara at sýna fram og selja brúktar bilar á einum felags marknaðardegi. Tað er Róðrarfelagið Knørrur, sum skipar fyri tiltakinum í samstarvi við bilasølurnar, ið standa fyri sjálvari framsýningini og søluni.

Regin Joensen, ein av stigtakarunum, sigur, at talan verður um ein veruligan marknaðardag, har fólk fáa bestu umstøður at ogna sær ein bil, sum hóskar teimum.

- Hetta skuldi verið ein fínur møguleiki hjá fleiri at gjørt ein góðan handil. Norðoyingar og vágafólk hava eisini eitt gylt høvi at koma á marknaðardagin, tí tað er ókeypis at koyra ígjøgnum tunlarnar henda dagin, sigur hann.

Í sambandi við bilamarknaðin verður eitt stórt tjald sett upp á Skálatrøð, og her fara bilasølurnar at hava sínar viðskiftabásar, so fólk kunnu koma inn til prát og ein kaffimunn.

Mest sum øll Skálatrøð verður brúkt til marknaðardagin, har einir 200 bilar verða sýndir fram. Høvið verður eisini at royna bilarnar.

Umframt at fólk fáa høvið at gera eitt keyp, verða vinningar eisini burturlutaðir millum teirra, sum ogna sær ein bil henda dagin.

Regin Joensen sigur, at marknaðardagurin skal verða ein uppliving fyri øll.

? Antin tú kemur at keypa tær bil ella bara kemur at njóta dagin og atmosferuna, skal dagurin verða ein góð uppliving fyri øll, sigur hann.

Tað verður ókeypis hjá øllum at koma inn á marknaðin, og fyrireikararnir bjóða somuleiðis øllum ókeypis kaffi og køkur.

Bilamarknaðurin á Skálatrøð letur upp í morgin 1. mai klokkan 10 og verður opin til klokkan 20 á kvøldi.