Brúkaraumboðið hartar Føroya Tele

Upprunaprísur skal vera í lagi, og myndin skal vera tann rætta. Tað sigur Brúkaraumboðið, sum minnir Føroya Tele á at halda marknaðarføringslógina. Telefyritøkan ásannar, at talan er um eitt mistak.

Talan var um lýsing frá telebúðunum hjá P/F Føroya Tele fyri jól, har lýst varð við Samsung Galaxy Tab 7? við vanligum kostnaði á 3.999 kr. Tilboðið var 1.995 kr. Sostatt kundi sparast 2000 kr. Klagað varð um, at myndin í lýsingini vísti Galaxy tab 2 – 10.1, sum er ein nógv størri eind, har Galaxy Tab 7? einans er til helvtar so stórur sum Galaxy tab 2 – 10.1.

Somuleiðis varð klagað um, at upprunaligi prísurin ikki var rættur. Eindin sum var lýst til sølu var ein eldri útgáva, har nýggjasta útgávan av Galaxy Tab 7?, kann keypast í øðrum handlum fyri 2.385 kr.

Harafturat vísti klagarin á, at tá talan var um tímatilboð, bar ikki til at stilla seg og gera eina meting av vøruni. Tað ráddi um at verða fyrst og neyðugt var at skunda sær. Illa bar til at spyrja inn til vøruna og gera sær eina niðurstøðu.

Viðkomandi reglur fyri málið er marknaðarføringslógin § 1 um góðan marknaðarføringssið, § 3 um villleiðandi marknaðarføring og § 9 um sølufremjandi tiltøk.

Føroya Tele sigur seg hava roynt at rætta mistakið, bæði í lýsingum, á heimasíðuni og á Facebook, umframt at felagið boðar frá at innanhýsis verður byrgt fyri, at slíkt ikki kemur fyri aftur. Brúkaraumboðið ger tí ikki meira við málið.