Brúka royndir úr Afrika í Føroyum


Lykilin til at loysa basaltknútin liggur møguliga í Saharaoyðimørkini í Algeria. Tað var har, at amerikanska oljufelagið Anadarko við at menna kanningartøknina, eitt nú seismikkin, fann stórar nøgdir av olju. Nú verða royndirnar úr Afrika brúktar á føroyska landgrunninum


Oljuleiting




Nú tá tað er so trupult at arbeiða við basalti, hví brúkar Anadarko tá so nógvar pengar og orku uppá júst hetta spurdu vit leitistjóran hjá felagnum, hví teir ikki heldur hava lagt seg eftir at fáa loyvi, har einki basalt er?

Philip Loader sigur, at fyri at skilja, hvussu Anadarko arbeiðir, er rætt at hyggja at, hvussu teir hava borið seg at í Algeria. Seint í 80-unum og tíðliga í 90-unum fekk felagið áhuga fyri Algeria, tí tað varð mett, at har fanst ein virkin kolvetnisskipan. Men í nógvum av loyvunum felagið fekk í Sahara oyðimørkini bar ikki til at viðgera kanningartilfarið nóg væl til tess at kunna finna strukturar at bora í, orsakað av avmarkaðu seismisku upplýsingunum. Tað var so gott sum ómøguligt at kortleggja strukturar og prospekt. Teir høvdu tá brúkt nógva orku og pengar til at menna eina teknologi, sum varð neyðug til at kunna broyta hetta.

-Vit megnaðu hesa uppgávu og loystu gátuna at menna seismisku tøknina til at kunna síggja niður gjøgnum saltløg, sum kundu vera upp til 500 metrar tjúkk. Vit gjørdu sera stór framstig við seismikki í Sahara oyðimørkini og mentu eina tøkni, sum varð grundarlagið undir oljuleiting. Har hava vit síðani í samstarvi við aðrar funnið meira enn 3 milliardir tunnur av olju sigur Philip Loader og staðfestir, at orsøkin til at Anadarko fór til Algeria var tann, at teir mettu, at her vóru stórir møguleikar fyri at finna kolvetni. Teir mettu, at her fanst ein virkin kolvetnisskipan. Tað var eisini var ein orsøk til, at hetta økið ikki hevði verið nóg væl kannað! Og orsøkin var tann, at tøknin til at síggja niður gjøgnum tjúkku saltløgini fanst ikki. Neyðugt var tí at menna hana, og tað varð hetta Anadarko fór undir og loysti. Og tað er hetta sama, sum nú hendir í Føroyum.

-Tá vit fingu eyguni upp fyri Føroyum, mettu vit eisini, at her var ein virkin kolvetnisskipan og at her vóru møguleikar at finna stórar nøgdir av olju. Men her var og er framvegis, eins og í Algeria, ein óloystur spurningur, nevniliga at kunna síggja niður gjøgnum basaltið.

Møguleiki fyri nógvari olju undir basaltinum
Fyribils úrslitið av Hess boringini og her serstakliga staðfestingin av at tað finst ein virkin kolvetnisskipan í føroysku undirgrundini hevur so styrkt Anadarko í, at her er ein virkin kolvetnisskipan. -Vit hava fingið eitt av svarunum, ein av neyðugu brikkunum í puslispælinum og halda tí framvegis, at her eru møguleikar fyri sera stórum goymslum. Tað arbeiði, sum vit hava gjørt av sedimentløgum oø. vísir, at her eru eisini møguleikar fyri at finna góð reservoir og eina góða virkna kolvetnisskipan. Fyri okkum er stóri spurningurin tí, hvat er undir basaltinum. Kunnu vit loysa ta gátuna, so kann væl vera, at vit verða kappingarførir við aðrar, sum longu nú arbeiða í økjum, har einki basalt er. Eingin kann siga við vissu nú, um hetta fer at eydnast okkum, men fyri eitt felag sum okkara hvørs høvuðsmotorur er tøkni og tøknilig vitan vilja vit hava eins góðan møguleika og nakar annar at vera við í kapprenningini eftir oljuni á føroyska landgrunninum.

So samanberingin við royndirnar frá Algeria er sera áhugaverd.

Støðan á Føroyaøkinum í dag er tann, at umframt Anadarko so er tað bert Statoilbólkurin, sum arbeiðir á basaltinum.

Philip Loader vísir eisini á teirra arbeiði og royndir frá Meksikanska Flógvanum, har felagið er eitt av teimum leiðandi, tá tað snýr seg um at síggja niður undir saltfláir. Tað eru sjálvandi tvey ymisk ting at kunna síggja niður undir basalt og saltiðfláir. Men talan er um at brúka tøknina rætt.

Arbeiðsmentanin hjá Anadarko er av slíkum slag, at felagið er tilreiðar at taka váðan í sambandi við slíkar torførar uppgávur, har onnur feløg aftra seg. Tað nýtist ikki at merkja, at øll loyvi teir søkja um, eru av torførum slag. Tú mást eisini hava meira trygg øki at arbeiða í, og tað hava teir eisini sigur leitistjórin hjá Anadarko, sum tó viðgongur, at teir nú og tá eru tilreiðar at fara undir eina leitingaravbjóðing, sum onnur feløg helst vilja sleppa undan.

Stór framstig
Teir seinastu mánaðirnar hevur felagið gjørt fleiri framstig í royndini at seta puslispælið saman við eitt nú data frá Amerada Hess brunninum og við at sameina seismikkin við mátingar frá tyngdarmegi- og magnetisku kanningunum. -Vit eru førir fyri at týða fláirnar undir basaltinum, og vit eru førir fyri at týða ymisk jarðfrøðilig modell undir basaltinum, sum hava eitt gott tilknýti til strukturella modellið av øllum økinum.

Philip Loader sigur víðari, at um teir móti endanum av fyrsta skeiðnum halda seg sannførdar um, at tað er rætt at bora, so verður tað gjørt so skjótt tilber í næsta skeiðnum og í 2004 sum tað fyrsta.

Borar í blindum
Vit spurdu Philip Loader um hini feløgini, sum hava borað, áttu at brúkt meiri tíð til heimaarbeiðið, áðrenn tey fóru at bora sigur hann, at tú borar altíð í ávísan mun í blindum, tá tú setir hol á eitt heilt nýtt øki. Tað hevur so eisini víst seg, at sedimentløgini, sum funnin eru í t.d. Amerada brunninum, eru ólík teimum løgum, har olja er funnin í bretskum øki og tí ótestað. Eg vil á ongan hátt siga, at nakað av teimum feløgunum ikki gjørdi sítt arbeiði nóg væl. Tað vilja altíð vera fleiri mátar at týða seismikk uppá, sum kunnu vera rættir og skeivir. Tú lærir altíð mest av tí fyrsta brunninum, sum verður boraður í einum nýggjum øki. Tað fara at verða boraðir nógv fleiri brunnar her, og tað fara at vera nógv fleiri yvirraskilsi.

Anadarko ræður sum sagt yvir tí størsta leitiøkjunum í Føroyum. Felagið nýtist ikki at bora enn, og tað heldur Philip Loader vera skilagott, tí teir eru enn ikki klárir. Hann sigur, at teir hava nógv arbeiði eftir at gera. -Vit eru sera fegnir um tey loyvi vit hava, eisini sæð út frá tí, sum er komið fram um eina virkna kolvetnisskipan.

Og Philip Loader kann ikki lata vera við at endurtaka tað aftur og aftur: -Vit halda so avgjørt, at tað finst ein virkin kolvetnisskipan undir basaltinum eisini.

Uppá fyrispurning um basaltið kann virka sum tak í einum møguligum rerservoiri sigur Philip Loader seg ivast stórliga í tí. Serliga tá hugsað verður um, at goymslurnar liggja djúpri.

-Men er tað ikki sera dýrt at bora gjøgnum basalt?

-Basaltið er sera hart og tað kostar nógv at bora gjøgnum tað. Tað gongur seinni og tú skal til at skifta borihøvd oftani. Tí er umráðandi at finna bestu loysnina til tað eisini.

Onnur feløg vilja uppí
Nú felagið er komið rættiliga langt við sínum kanningarbeiði kundi verið spurt, um tað eru onnur feløg, sum vilja blíva partur av loyvinum hjá Anadarko sigur Loader, at tað eru feløg, sum hava spurt seg fyri. Talan er bæði um feløg, sum eru her longu og onnur. Hann útihýsir heldur ikki møguleikanum hjá øðrum feløgum at koma uppí loyvið hjá Anadarko, um tey kunnu koma við nýggjari tøkniligari vitan og gerast strategiskur partnari, tvs. feløg, sum vilja samstarva og sum kenna føroyska oljupolitikkin og mentanina. Hann sigur annars, at fundið hjá Amerada hevur fingið eyguni hjá nógvum feløgum upp fyri tí føroyska økinum. Øll feløg eru áhugað fyri nýggjum oljuprovinsum.

-Tit hava arbeitt saman við TotalFinaElf fyrr. Er sannlíkt at tað samstarvið verður tikið uppaftur á Føroyaøkinum?

-Vit vilja ikki nevna nakað ávíst felag. Tað fer tíðin at vísa.

-Hvussu so við framtíðini?

-Eg haldi føroyingar eiga at hava vón um framtíðina, tá tað snýr seg um olju. Tað eru fá ella eingi øki í heiminum, har tú finnur olju eftir fyrstu boring. Tað er tíðliga ? framvegis early days ? og vit hava ikki meira enn sett spónin í. Tit mugu ikki gloyma, at føroyska økið er sera stórt. Tit skulu vera fegin um tann áhuga, sum er fyri økinum, og eg taki hattin av fyri Statoil, BP og Hess fyri tað arbeiði tey hava gjørt higartil. Tað er ein torfør uppgáva at arbeiða í slíkum umhvørvi. Eg trúgvi, at her liggja stórir møguleikar. Eg eri bjartskygdur men eisini realistiskur. Tað er eingin orsøk til at vera svartskygdur, tí tveir brunnar vóru turrir.