Framvegis verður arbeitt við einum semingsuppskoti í sáttmálatrætuni millum Starvsmannafelagið, Pedagogfelagið, Lærarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin.
Tað eru Petur Zachariasen og Petur Joensen, ið hava fingið til uppgávu at royna at fáa partarnar at semjast.
Vit arbeiða nokk so ítøkiliga við einum semingsuppskoti, sum vit helst fara at brúka nakrar tímar uppá aftrat, áðrenn tað er klárt at leggja fyri partarnar, sigur Petur Zachariasen við Rás 2.
Sjálvt um vit eru komnir eitt sindur áleiðis, er vandi kortini framvegis fyri, at tað kann enda við, at einki kemur burturúr, sigur hann.
Sostatt er greitt, at tað í øllum førum ikki verður fyrr enn í fyrsta lagi seinni í dag ella í kvøld, at nakað semingsuppskot er so mikið klárt, at tað kann leggjast fyri partarnar, sum nú saman við semingsmonnunum halda til í móttøkuhúsinum hjá Tórshavnar kommunu.
Skuldi tað enda við verkfalli, skulu skúlabørnini ikki gleða seg ov tíðliga, tí tey fáa ikki fríð við tað fyrsta.
Jónleif Johannesen, næstformaður í Lærarafelagnum, sigur, at Lærarafelagið er bundið av eini høvuðsavtalu og eftir henni skal arbeiðssteðgur fráboðast við eini freist upp á minst ein mánað -til tann fyrsta í einum mánað.
Sostatt kunnu lærarar í fyrsta lagi fara í verkfall tann 1. mars, sigur Jónleif Johannesen.