Tað elvdi til kjak í donskum fjølmiðlum í síðstu viku, tá eitt av bløðunum visti at siga, at danskar føðistovur brúka evnið Cytotec til at skunda undir barnakonur, sum hava gingið út um ta ásettu tíðina, hóast Sundhedsstyrelsen ikki hevur góðkent evnið til hetta endamálið.
Samstundis hava jarðamøður víst á 12 dømi, har illgruni er um, at Cytotec hevur verið orsøkin til álvarssom hjáárin so sum menningartarn.
Føroyskum barnakonum nýtist ikki at stúra fyri hesum. Katrin Kallsberg, serlækni á Landssjúkrahúsinum, sigur, at í Føroyum verður Cytotec ikki brúkt til at skunda undir barnakonur, sum hava gingið út um tíðina.










