Brúka 140 milliónir afturat í Havnini

Hetta er tað einasta rætta, heldur meirilutin í Tórshavnar Kommunu, men minnilutin heldur, at hetta er púra ørt

Næsta ár verður rættiliga nógv virksemi í Tórshavnar Kommunu.

Tað er greitt eftir at Tórshavnar Kommuna í gjárkvøldið samtykti fíggjarætlanina fyri næsta ár.

Í hesum sambandi hevur býráðið samtykt, at næsta ár fer tað at kosta ikki minni enn 742,4 milliónir at reka Tórshavnar Kommunu. Hetta eru heilar 142,2 milliónir meiri enn tað kostar at reka kommununa í ár, tí fíggjarætlanin í ár er upp á 590,2 milliónir.


Einasta rætta

- Fíggjarætlanin fyri næsta ár er eitt talandi dømi um, at tað hendir nakað í Tórshavnar Býráð, segði Jógvan Arge, sum var tann býráðslimurin, sum mest førdi orðið fyri samgonguna.

Hann vísti á, at eftir kreppuna fyri 10-15 árum síðani, eru nógv viðurskifti í kommununi afturúrsiglt og hvørki ment ella røkt, sum ynskiligt og rætt hevði verið.

Tí er neyðugt at taka eitt ódnartak nú fyri at dagføra kommuna og byggja neyðugar tænastur til borgaran.

- Tí er tað ikki so undarligt, at íløgurnar eru størri enn vanligt

Hann helt eisini, at tað er ein andsøgn í, at kommunan skal onki gera í vánaligum tíðum, men at hon heldur onki skal gera í góðum tíðum.

Tað er eisini freistandi at halda, at kommunan sak bíða við at gera íløgur, tí nú er alt blivið so nógv dýrari, men so fáa borgararnir heldur ikki teir neyðugu batarnar.


Púra ørt

Andstøðan helt, at fíggjarætlanin hjá samgonguni í býráðnum er púra ør í høvdinum. Serliga átalaði andstøðan, at umsitingin hjá býráðnum er vorðin so nógv dýrari.

Men serliga helt andstøðan tað vera heilt burturvið at seta so nógva pening av til íløgur, serliga tá ið hetta merkir, at tað verður neyðugt at hjá kommununi at seta seg í skuld fyri at seta ætlanirnar í verk, enntá í góðum tíðum.

Andstøðan mælti tískil til at lækka raksturin og íløgurnar 100 milliónir. Hinvegin mælti minnilutin eisini til at hækka barnafrádráttin 500 krónur, úr 5500 krónur fyri hvørt barnið, upp í 6000 krónur.

Andstøðan legði dent á, at andstøðan ætlaði ikki at skerja nakrar íløgur, ella nakrar rakstrarútreiðslur, men hon helt, at tað var neyðugt at tálma vøkstrinum.

Jan Christiansen í andstøðuni var púra vísur í, at tað var ongin skaði í at skerja íløgurnar munandi, tí hann var vísur í, at býráðið fór aldrin at klára at gera íløgur fyri 150 milliónir.

Í ár klárar kommunan ikki at byggja fyri meiri enn 100 milliónir, tí arbeiðsorka og maskinorka er ikki til meiri enn tað.

Bæði Leivur Hansen, Heðin Mortensen og Elin Lindenskov úr samgonguni fýltust á, at andstøðan ikki at var komin við sínum broytingum fyrr, so at býráðið fekk stundir at viðgera tær, tí tað var ikki óhugsandi, at undirtøka hevði verið fyri onkrum av uppskotunum. Men nú var ov seint.

Elin Lindenskov meinti eisini, at tekur býráðið ikki eitt ódnartak nú, verður tað bara at skumpa trupulleikan frammanfyri sær til tey næstu árini.

Tað endaði alt samalt við, at meirilutin í býráðnum samtykti fíggjarætlanina og minnilutin atkvøddi ikki fyri.