Brúk fyri sendistovu í London

Bretland er ein av okkkara næstu grannum og størstu marknaðum, og tí er rætt at hava eina sendistovu í London. Hetta heldur Sigga Jacobsen, sum hevur arbeitt á føroysku sendistovuni, síðani hon varð sett á stovn fyri seks árum síðani. Sigga Jacobsen sigur í samrøðu við Rás2, at skulu føroyingar hava sendistovur í øðrum londum, so er upplagt at hava eina slíka í London, ikki minst í hesum globaliseringstíðum. Eisini Áki Johansen, sendiharri er sannførdur um, at tað er rætt at hava eina sendistovu í London. Hann sigur, at uppgávurnar eru nógvar og spennandi og heldur fyri, at her liggja eisini nógvir óroyndir møguleikar.

Herfyri hevði Áki Johansen vitjan av Johan Dahl vinnumálaráðharra, sum vildi kunna seg um arbeiði á sendistovuni. Eisini varð hann millumlið millum landsstýrismannin og bretskar tinglimir, sum vilja arbeiða fyri at menna samstarvið millum Føroyar og Bretland.

Í morgunsendingini á Rás2 í dag hevur rásin sett fokus á júst arbeiði hjá føroysku sendistovuni í London.