Brúgvin um Sandá verður veruleiki

Trý feløg góvu tilboð uppá brúnna um Sandá, hesi liggja frá sløkum 53 miljónum upp á slakar 61 milliónir.

Í dag klokkan 14.00 var lisitatión og fundur hjá borgarstjóranum við umboðum frá J&K. Petersen Contractors, T.G.Verk og p/f Articon. Harumframt luttóku umboð fyri umsitingina og býráðið.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin. Hann takkaði teimum bjóðandi fyri teirra áhuga í at bjóða upp á arbeiðið og ynskti gott samstarv. Jákup Egholm Hansen, tekniskur stjóri, lat síðani konvoluttarnar upp.

Úrrslitið av lisitatiónini er fylgjandi:

* p/f Articon.

Samlaða upphædd álj. kr. 54.681.927,- (u/mvg)

* p/f J & K. Petersen.

Samlaða upphædd álj. kr. 60.830.878,- (u/mvg)

* sp/f T.G.Verk

Samlaða upphædd álj. kr. 57.356.623,- (u/mvg) fyri tilboð A sum hevðu nakrar eykaveitingar í mun til tilboð B.

Samlaða upphædd álj. kr. 52.700.847,- (u/mvg) fyri tilboð B.

Fyrivarni tikin fyri myndugleikagóðkenning um henda er drúgvari enn víst er til.

Borgarstjórin upplýsir, at bygginevndini í næstum fer undir at viðgerða innkomnu tilboðini, og verður væntandi ein niðurstøða gjørd um ein mánað.