Brúgvar eru í vanda fyri at verða stongdar

31 brúgvar í Føroyum eru í so ringum standi, at tær kunnu verða stongdar um fá ár

Eftirlitskanning, sum Landsbyggifelagið hevur gjørt fyri Landsverk, vísir, at fleiri brúgvar í Føroyum eru í so ringum standi, at tað kunnu verða stongdar innan fá ár.

Tað veit Kringvarpið at siga. 

Landsverk varðar av 340 brúgvum kring landið. Brúgvarnar verða mettar eftir einum stiga frá 1 til 5, har 5 merkir, at brúgvin er í so ringum standi, at hon má stongjast. 31 brúgvar kring landið eru flokkaðar á fjórða stigi.

– Tað merkir, at hesar brúgvar eru nær við at verða stongdar. Verður einki gjørt við hesar brúgvar innan 2-3 ár, mugu tær stongjast, sigur Fríðrik Heinesen, verkfrøðingur hjá Landsverki, við Kringvarpið. 

Løgmaður umsitur í løtuni samferðslumál og Landsverk, men hann hevði sambært Kringvarpinum ikki havt stundir at seta seg inn í málið og kundi tí ikki viðmerkja tað.