Brúgv í Kina hoknaði yvir motorveg

Vanlukkan hendi í býnum Wuxi, sum liggur 100 kilometrar í ein landnyrðing úr Shanghai.

Minst trý fólk eru deyð og tvey fingu skaða, tá ein brúgv yvir ein motorveg í Kina hoknaði niður yvir bilar, sum koyrdu undir brúnni.

Tað upplýsia talsfólk í Beijing sambært tíðindastovuni dpa.

##med2##

Videoupptøku, sum eitt nú blaðið Sout China Morning Post hevur lagt út, vísa ein stóran part av brúnni í Jiangsu landspartinum brádliga detta niður oman yvir fleiri bilar.

Sambært Channel News Asia hendi vanlugkkan í gjárkvøldið. Vanlukkan hendi í býnum Wuxi, sum liggur um 100 kilometrar í ein landnyrðing úr Shanghai.

Fleiri upptøkur vísa bilar, sum eru kleimdir undir niðurdotnu brúnni.

##med3##

– Ein fyribils kanning bendir á, at brúgvin hoknaði undan einum ov ovurlastaðum lastbili, siga myndugleikarnir í Wuxi í eini fráboðan á sosiala miðlinum Weibo.

Tað verður upplýst, at tríggir bilar eru kroystir, og at trý fólk eru deyð, og at tvey fingu skaða.

##med4##

Fimm bilar vóu á brúnni, teirra millum tveir lastbilar, tá vanlukkan hendi.

Fyrr í mánaðin hoknaði ein brúgv í Taiwan, sum datt niður á fleiri útróðrarbátar. Minst 14 fólk fingu skaða.

Tann 140 metra langa brúgvin datt niður, tí ein oljutangabilur koyrdi á henni.

 

/ritzau/dpa