Brúðgómurin finnur brúðarbólið

Magnar Haldur Næs og Jenny Niclasen

Eitt vakurt kvøld í Trinidad undir glampandi stjørnuhimni fór 30 ára gamli Magnar Haldur Næs á knæ fyri unnustu síni Jenny Niclasen, sum er 24 ár. Játtandi svar hennara verður váttað í Tvøroyrar kirkju leygardagin 26. juli og hátíðarhildið fyri 280 gestum í Royn høllini í Hvalba sama kvøld.

Stóra dagin verður Magnar í føroyskum búna við hvítum vesti og hosum, og Jenny hevur keypt sær ein hvítan brúðarkjóla niðri. Tvey fín brúðarbørn fara at ganga aftaná brúðarparinum, bæði í fínasta stási.

Í køkinum fer Randi Petersen at ganda við trimum rættum. Afturvið verður øl, snapsur og sodavatn og seinni verður barr. Harmonikan leikar undir borðsanginum og orkestur spælir upp til dans aftaná.

Hóast Magnar og Jenny hava gingið saman í seks ár og búgva saman í Havn, veit hon ikki enn, hvar tey skulu sova brúðarnáttina. Tey greiða frá, at har suðuri er siður, at brúðgómurin finnur eitt bóli til brúðarnáttina, men at tað verður hildið loyniligt fyri brúðrini til stóru løtuna.


Blómir: Rósur

Litir: Pink og lime