Bretski oljurisin BP arbeiðir við ætlanum um at brúka 35 milliardir krónur í útbygging av verandi Schiehallion oljukelduni vestan fyri Hetland og øðrum útbyggingarstigi av risa oljukelduni Clair. Mett verður at Schiehallion, ið liggur skamt frá føroyska markinum, kann framleiða olju heilt fram til 2035 eftir hesa útbygging, meðan Clair Ridge útbyggingin kann vara í meira enn 40 ár frá 2015.
Clair oljufeltið varð funnið í 1977 men ikki fyrr enn í 2005 varð farið undir at framleiða olju frá Clair. Schiehallion, sum er ein tann størsta oljukeldan í bretskum øki sum held, byrjaði framleiðsluna í 1998.
Mett verður at útbygging av Schiehallion og Clair verða góðkendar í 2011 og 2012.
Myndugleikarnir í Hetlandi fegnast um ætlaninar hjá BP og vóna, at hetta eisini fer at koma Sullom Voe oljuterminalinum til góðar.
Eins og við avgerðini hjá Total at fara undir útbygging av gassfeltum, so hevur tað eisini alstóran týdning fyri BP, at bretskir myndugleikar hava gjørt av at lækka skattin fyri nýggjar útbyggingar av olju- og gassleiðum vestan fyri Hetland.
Taka við aftrat útbyggingarætlanunum hjá Total og BP vestan fyri Hetland eisini aðrar komandi úbyggingar so sum Rosebank hjá Chevron og Statoil, Cambo hjá Amerada Hess og uppaftur aðrar útbyggingar, so fara íløgurnar komandi árini skjótt at røkka teimum 100 milliardunum. Nakað, sum so aftur kann vera duraopnarin til íløgur á føroyska landgrunninum eisini.