BP rýmir helst av landgrunninum í ár

-Vit fara at síggja broytingar, at feløg bæði fara út og koma inn. Og soleiðis vil tað altíð vera, tí feløg broyta og endurskoða eisini sínar ætlanir. Tað er ikki óhugsandi, at nýggj feløg koma inn í føroyska økið í ár, tvs. at tey keypa seg inn í verandi loyvi sigur Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi.

Tvey av teimum stóru feløgunum, sum hava verið við í oljuleitingini við Føroyar í eini 15 ár ella meira, BP og Shell eru við í loyvum, sum ganga út í hesum árinum. Loyvið, har Williambrunnurin varð boraður, er eitt 9 ára loyvi og gongur út í august. Tað skilst, at BP ikki er sinnað at longja hetta loyvi, og av tí at felagið ikki er við í nøkrum øðrum loyvi á landgrunninum, er ikki óhugsandi, at hesin bretski oljurisin ikki verður við í føroyskari oljuleiting eftir summarfrítíðina. Hvussu stætt er við Shell er so ein annar spurningur. Felagið fer neyvan at halda fram við loyvinum, har William varð boraður. Men felagið er so við í einum øðrum loyvi á landgrunninum. Tað var Enterprice, sum fekk tað loyvið. Seinni er hetta felagið keypt upp av Shell.

 

Uppá fyrispurning um BP fer úr føroyska økinum eftir summarfrítíðina sigur Petur Joensen, at tað veit hann ikki. Men rætt er sigur hann, at loyvi hjá BP gongur út í august. Hann váttar eisini, Shell er so eisini við í einum øðrum loyvi gjøgnum sítt dótturfelag Enterprice.

 

Nýggj feløg koma

Hóast útlit kunnu vera fyri, at stór og gomul oljufeløg fara at rýma av landgrunninum í ár, so sær stjórin á Jarðfeingi eisini møguleika fyri, at onnur nýggj feløg koma við í leitingina.

 

-Vit fara at síggja broytingar, at feløg bæði fara út og koma inn. Og soleiðis vil tað altíð vera, tí feløg broyta og endurskoða eisini sínar ætlanir. Tað er ikki óhugsandi, at nýggj feløg koma inn í føroyska økið í ár, tvs. at tey keypa seg inn í verandi loyvi. Sosialurin skilur, at bretska oljufelagið Dana skal hava verið áhugað at keypa seg inn í loyvið, sum ENI er fyristøðufelag fyri, og har tað verður borað í summar. Eisini onnur oljufeløg hava víst áhuga fyri at keypa seg inn í sjeynda brunnin á landgrunninum skilst.