BP neyvan við í aðru útbjóðing

-BP er ikki við at stinga í sekkin á Føroyaøkinum, hóast vit neyvan vera við í aðru rundu. Vit vilja brúka orkuna vit hava til taks til at halda okkara forpliktilsi frá fyrstu útbjóðing og sum er at gera neyðuga tøkniliga kanningararbeiðið og at bora brunnar, ið vit hava bundið okkum til sigur Paul Carragher, leitistjóri hjá BP við ábyrgd fyri Føroyaøkinum.

Oljuráðstevna



Hann var við á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum saman við øðrum BP umboðum. Uppgáva hansara er at lurta og vita, hvørjir møguleikar eru fyri at fáa positiv úrslit í leitingini eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum. Poul Carragher er leitistjóri hjá BP við ábyrgd fyri Føroyum. Hann hevur arbeitt við Atlantsmótinum, síðani hann byrjaði hjá BP í 1998 og fekk ábyrgdina av Føroyaøkinum í fjør. Hann er sera væl nøgdur við ráðstevnuna, sum hann heldur fakliga og tøkniliga hevur havt eina sera góða skrá.

Hóast BP var tað felagið í fyrstu útbjóðing, sum beyð sær at bora flestar brunnar, so er tað eingin loyna, at alt gekk ikki, sum ætlað. Positivu vónirnar at finna olju báðumegin markið og fara undir eina skjóta útbygging hildu ikki. Og tað er einki dulsmál, at BP í dag metir alt Føroyaøkið sum "High risk", tvs. at váðin er sera stórur, tá íløgur verða gjørdar her. Hetta kom eisini fram undir framløguni hjá einum av BP serfrøðingunum á ráðstevnuni. Eftir framløguna vóru tað tey, sum hildu, at BP var í so negativt og svartskygt um framtíðar møguleikarnar.

Stórur váði
Paul Carragher váttar, at føroyska økið framvegis er ein stór avbjóðing, og at váðin hjá oljufeløgunum, sum vilja leita eftir olju her, er stórur. Men hann leggur tó aftrat, at ídnaðurin fer at møta hesum avbjóðingum og gera framstig. Og tað er nettupp ein orsøk til, at BP er við á ráðstevnuni fyri m.a. at hoyra um, hvat onnur halda og arbeiða við, og um onnur feløg hava onnur hugskot.

BP-stjórin heldur fyri, at felagið fer neyvan at vera við í aðru útbjóðing við Føroyar. -Vit mugu varðveita fokus á okkara forpliktilsi í 1. rundu, soleiðis at vit kunnu halda og fremja hesi forpliktilsi.

Paul Carragher heldur, at teigarnir í 2. útbjóðing bera eisini í sær sera stóran váða. So tá teir longu hava bundið seg til at bora í øki við stórum váða í fyrstu útbjóðing, so vilja teir ikki binda seg til nýggjar váðar í eini nýggjari útbjóðing. Hetta verður eisini gjørt fyri ikki at "yvireksponera" seg í einum ávísum øki.

-Men nú BP hevur verið eitt slag av lokomotivi á Atlantsmótinum við fleiri feltum í framleiðslu, hvussu ber tað so til, at BP als ikki vil vera við, tá eitt so stórt og nýtt øki verður latið upp fyri eini nýggjari rundu við Føroyar?

-Vit mugu eisini hyggja at hesum út frá egnum fortreytum, har tað eitt nú má vera javnvág millum bæði starvsfólk og fígging. Tað skal sera stór orka til at kunna fara undir at kanna og evaluera eitt so stórt øki. Tú hevur brúk fyri nógvum fólkum til eitt slíkt arbeiði. Okkara val í hesum førinum er heldur enn at ganga undan í eini nýggjari rundu, at fylgja við teimum loyvum, sum verða latin, og vit fara sjálvandi at tosa við okkara nýggju grannar og kappingarneytar, um og tá hesi loyvi verða givin, og vit fara at tosa við teir á einum jointventure støði. Og vit vilja tá meta um, um nýggj hugskot, umframt tey, sum vit sjálvi hava, eru serliga áhugaverd fyri okkum, og tá vilja vit gera av, um vit skulu taka tann váðan á okkum. Talan er tí um at fáa javnvág í eini portfolio.

Samstarv
Paul Garragher sigur tí, at tað vil altíð vera ein møguleiki fyri, at BP kann fara upp í onnur loyvi, sum verða latin. -Vit hyggja eftir møguleikunum sohvørt teir koma fyri. Um teir møguleikarnir eru kappingarførir við møguleikar aðrastaðni í heiminum, so vilja vit avgjørt umhugsa teir.

Hann leggur tí alstóran dent á, at BP, áðrenn tað fer undir at binda seg til nýggjar verkætlanir, má gera tær lidnar, sum longu eru farnar í gongd, og her sipar hann aftur til 1.útbjóðing, har BP framvegis skal bora tveir brunnar aftrat.

-Tað hevur verið frammi, at BP ikki sær stórvegis møguleikar at finna olju og gass í loyvinum tað fekk í 1. rundu. Og nú tit heldur ikki ætla at vera við í 2. rundu kundi tað sæð út til, at tit í veruleikanum er við at pakka saman í Føroyum?

-BP ætlar at halda seg til tey forpliktilsi tað hevur lovað føroyskum myndugleikum, og tað er at bora fleiri brunnar fyri at fáa meiri tøkniliga vitan um undirgrundina. Men tað er eisini rætt, at vit halda tað vera skeivt at bora har tú hevur eina greiða fatan av, at hetta ikki gevur nøkur góð útslit. Men vit vilja fegnir arbeiða saman við føroysku myndugleikunum og í tí sambandi vilja vit eisini hyggja at møguleikanum at flyta brunnarnar úr 1. loyvisøkinum til onnur øki. Men vit fara sum sagt fyrst at varðveita okkara skyldur í 1. útbjóðing, áðrenn vit fara at hyggja at møguleikunum í eini nýggjari rundu.

BP stjórin dylur ikki fyri, at BP eisini kann vera sinnað til at flyta brunnar til eitt nú 9 ára loyvi, sum onnur feløg umsita og har fara inn í eitt samstarv, sum so aftur kann gagna Føroyum. Felagið hevur samrøður við onnur oljufeløg um hetta, men Paul Carragher vil ikki gera viðmerkingar til tað. Hann heldur tó, at hetta kann vera ein skilagóður útviklingur fyri allar partar. Í hesum føri hevur tað eisini verið frammi, at BP kundi hugsað sær at bora ein brunn inni á basaltinum og harvið verið við til at útvega Føroyum og oljuídnaðinum meiri vitan um, hvat er undir basaltinum. Paul Carragher váttar, at so er, men tá verður so talan um at flyta boriforpliktilsi úr loyvinum í "Gullhorninum" til øki, har nógv basalt er.

Sum støðan er í dag, so eru tað trý 9 ára loyvi á basaltinum. Anadarko hevur eitt, ENI eitt og Statoil eitt. Hvat av hesum loyvum BP er áhugað í er óvist. Men tað hevur fyrr verið frammi, at Statoil metir seg hava fatur í einum sera áhugaverdum strukturi, nevniliga Kappastrukturinum, sum liggur norðaliga í teirra 9 ára loyvi. Náttúrligt er at gita, at BP kundi verið áhugað í at vera við til at bora ein brunn í hesum loyvinum, men hetta fáa vit ikki váttað. Annars ræður Anadarko einsamalt yvir einum sera stórum 9 ára loyvi, sum kann hugsast at hava áhuga fyri bretska oljugigantin. Heldur ikki tað fáa vit nakrar viðmerkingar til.

Fylgja við
-Men hevur BP gjørt sítt heimaarbeiði nóg væl, tá lagt verður upp til, at eingir møguleikar eru at finna lovandi støð (prospekt) at bora eftir í verandi loyvi?

-Vit siga ongantíð ongantíð. Tá vit koma til slíkar ráðstevnur so er tað fyri at fylgja við, hvat aðrir gera, og slíkt kann eisini vera við til at broyta okkara hugsanir. Vit hava eina sera negativa meting av búskaparliga potentialinum í okkara loyvi. Vit kunnu finna smærri prospekt, men loyva okkum at ivast stórliga í, um tey veruliga kunnu fáa tann stóra týdningin fyri Føroyar og og til at menna eina oljuvinnu?

-Men hvussu ber tað til, at øll feløgini mettu so skeivt í Gullhorninum?

-Hetta er kanska eitt gott dømi um eitt øki, har øll feløgini, sum borað hava, brúktu nýggj modell. Og har tú brúkti úrslitið hinumegin markið sum grundarlag. Úrslitið av hesum fýra brunnunum og tveimum aftrat hinumegin markið, vísa, at økið ikki kann samanberast við oljufundini, sum longu eru gjørd í bretskum øki.

-Vit ætla ikki at stinga í sekkin. Vit fara at halda okkum til tað okkara lyfti og forpliktilsi. Vit eru altíð opnir fyri at lurta eftir nýggjum hugskotum og tí eru vit komnir til hesa ráðstevnuna. Tí tosa við eisini við okkara samstarvspartnarar um hetta fyri at vita, um vit hava gjørt mistøk og tikið feil. Vit eru ikki einaráðandi ella vita alt. Vit mugu altíð hyggja eftir nýggjum hugskotum. Tað eg tí týdningarmikið at evaluera hetta sohvørt, so vit eru vísir í, at vit hava fingið allar teir nýggju upplýsingarnar við. Tí er slík ráðstevna sera kærkomin. Paul Garregher vísir við hesum øllum gitingum aftur, um at BP skal hava mist áhugan fyri Føroyaøkinum. -Eg eri ikki komin fyri at lata skrivstovuna aftur. Tvørturímóti fyri at tosa við okkara starvsfólk og hyggja frameftir.

Cambo og Rosebank
Vit spurdu Paul Garregher, hvat hann heldur um brunnarnar, sum ChevronTexaco og onnur feløg skulu bora við markið í summar.

-Hetta eru sera áhugaverdir brunnar, og vit fara at gera tað vit kunnu fyri at fáa innlit í upplýsingarnar frá hesum brunnum. Men talan er eisini her um høgan váða. Um annar ella báðir hesir brunnar geva góð úrslit, so kann tað hava stóran týdning fyri alt økið sum heild.