Hetta vikuskifti verður tónleikatiltakið by:Larm hildið í Noregi, har føroyski bólkurin Boys in a Band fara at framføra Tiltakið by:Larm, sum Boys in a Band fara at royna seg á, er størsta tónleikatiltakið í Norðurlondum, ið hvørt ár verður hildið í skiftandi norskum býum.
Tiltakið er tvídeilt í ein festival og eina ráðstevnu.
Á ráðstevnuni, ið verður hildin um dagin, hittast fólk bæði úr norsku og útlendsku tónleikavinnuni til fyrilestrar, kjak og annað. Festivalurin sjálvur verður um kvøldið.
Onnur spennandi tiltøk, ið hava samband við tónleikatiltakið, eru eisini altíð í býnum, har by:Larm verður hildið.
Tey síðstu tíggju árini, hevur by:Larm verið hildið í Tromsø, Bergen, Stavanger, Kristiansand og í Tronheim
Síðsta ár var tónleikatiltakið hildi í Tróndheim. Tað vóru heili 1400 fólk við til at skipa fyri, og umleið 500 tónleikarar luttóku.
Í ár verður tiltakið hidið í Oslo vikuskiftið 22-24 februar.