Boykottaðu orða­skifti í tinginum

Orð­a­skift­ið um upp­­skot­­ið at loyva sam­kynd­um hjún­a­bandi, var rætt­i­liga ser­­merkt, tí bara try ting­fólk fyri sam­gonguna tóku orð­ið, eitt fyri hvønn flokk.

Heldur ikki løgmaður, sum varðar av málinum í lands­stýrinum, tók orðið.

Bjørt Samuelsen, sum var við at leggja uppskotið fram, sigur, at orsøkin til tað var, at samgongan samdust um beinleiðis at boykotta við­gerð­ina.

Tað hevur hon fingið at vita frá tinglimum í sam­gong­uni.
Og nú vil hon hava at vita frá løgmanni, hvat hann heldur um slíka fram­ferð.

Hon spyr løgmann, um hann kann vátta tað, sam­gong­u­limir hava sagt um, at bara framsøgufólkini fyri sam­gonguflokkarnir skuldu taka orðið í málinum, og at øll hini skuldi tiga, sama hvat annars varð sagt í við­gerð­ini.

Hon vil eisini hava at vita, um løgmaður heldur, at hetta er rímiligt at gera í máli, sum snýr seg um nak­að so álvarsamt sum borg­ar­lig rættindi hjá einum minn­i­lut­a­bólki?

Og hon spyr eisini løg­mann, um hann heldur, at tað er gagnligt fyri fólk­a­ræði­ð at avmarka kjakið til eitt minsta­mark, tá ið talan er um mál, stór ósemja er um.

Bjørt Samuelsen vísir á, at ein aðaltáttur í einum væl virkandi tingi er kjak, har tey fólkavaldu siga sína hugsan og tala fyri ella í­móti uppskotum, ið verða løgd fyri tey at taka støðu til.

Men eftir tí, sam­gong­u­lim­ir siga, avgjørdi sam­gong­an longu framm­an­und­an, at bara trý umboð fyri samgonguna skuldu taka orðið í málinum um sam­kynd hjúnaband.

– Hesum boðum valdu øll samgonguumboðini at akta, og tí varð longu greitt frammanundan, at við­gerð­in fór at verða sera av­mark­að.