##med2##
Í vikuni fylti Bowlinghøllin á Hálsi í Havn 20 ár.
Flestu árini hevur gingið væl, men hesi árini hevur bæði verið fíggjarkreppa seinast í nullunum, og fyrr í ár syrgdi Korona fyri, at virksemið var nógv skert.
Men tað er við góðum treysti, at eigarin, Bjarni Kyster og dagligi leiðarin, Virgar Enghamar fara í holt við avbjóðingarnar tey komandi árini.
Í vikuni hitti reportarin hjá FM1, Petur Zachariassen Virgar og Bjarna til eitt prát.