Hósdagin vistu vit at siga, at tað tá var óvist, um bowling verður á komandi Oyggjaleikum á Gotlandi um mánaðarskiftið juni-juli í ár.
Men hósmorgunin var greitt, at bowling kortini verður við í skránni fyri leikirnar.
Tá tekningarfreistin til leikirnar var úti nú um jólini, vóru bert fimm oyggjar, ið høvdu sagt seg fara at luttaka í bowling, og tað er ov lítið, tí reglurnar hjá altjóða Oyggjaleikanevndini siga, at minst 6 oyggjar skulu luttaka, um ítróttargreinin skal vera á skránni.
So bowling-fyrireikararnir sendu boð út til allar limaoyggjarnar at spyrja, um onkur kanska hevði gloymt at melda til í bowling.
Og teir vóru hepnir, tí tað vísti seg at Isle of Man hevði ikki meldað til bowling, hóast luttakarar haðani ætlaðu at luttaka.
Tað vil so siga, at allar 14 ítróttargreinirnar, sum gotlendingar bjóðaðu fram, verða á skránni, tá leikirnir verða settir 26. juni í ár.










