Sigast kann, at botnurin nú er lagdur á íbúðarbyggingini, Birkupstorg. Tað gongur væl við byggingini, tó at arbeiðsviðurskiftini mugu passa sær løgir eftir flóð og fjøru og streymviðurskiftunum annars.
Í trý kvøld hevur betonbilurin hjá Kanjon stoypt tríggjar betonplátur, sum vanliga verður kallaðar reinsilag. Hetta reinsilagið liggur á um kotu 0. Til ber nú vegna streymviðurskiftini og tí fjøran er so stór, at stoypa. Men so verður aftur bíðað í tvær vikur til at fara víðari – bíða eftir betri streymviðurskiftum. Eini tvær stoypingar eru eftir.
Oman á reinsulagið verður stoypt ein fundamentspláta, sum er 40 cm tjúkk og á hana verður løgd 15 cm bjálving. Síðsta lagið er so aftur 10 cm beton, sum er liðugt betongólv á kotu 70 cm.
Holið í verandi reinsilagi er har, ein skakt til lyftu skal vera. Botnurin á lyftini kemur at liggja á um kotu ÷ 1,2 m. Tað skulu vera tilsamans fýra lyft-skaktir.
Á trærammuna, sum liggur á lendinum í stovhædd, verður armeringin bundin og síðani lyft niður liðugt bundin, tá ið kjallaragólvið skal stoypast. So her gongur alt hond í hond.
Útveggirnir verða settir niðir á betonbotnin, har serlig atlit verða tikin fyri at fáa tætt millum dekkið og útveggin, tó at pumpubrunnar verða.
Ein spennandi verkætlan, sum gongur sína gongd og skal verða liðug við 30 leiguíbúðum á sumri 2017. Kjallari undir, síðani veghæddin, ætlað lættari vinnu og omaná hana tvær og tríggjar íbúðarhæddir. Samlaði kostnaðurin er 90 mill, har íbúðarparturin liggur um 65 mill.










