Botnurin er ikki so langt burtur

At Føroyar ikki longur eru á sama støði sum eitt nú Liktinstein, vísa úrslitini hjá hesum báðum londum ímóti Íslandi

Í gjár legði fótbóltslandsliðið rygg til 3-0 tap ímóti Íslandi.

Uppgerðin í gjár var tann níggjunda ímóti Íslandi, síðani Føroyar í 1988 fingu limaskap í FIFA. Føroyar hava tapt allar níggju dystirnar. Fyrsti landsdysturin hjá Føroyum í FIFA høpi var júst ímóti Íslandi. 24. august 1988 vann Ísland 1-0 í Akranesi.

Merkisvert er tað, at málverjin og liðformaðurin á landsliðnum í 2008, Jákup Mikkelsen, var 17 ára gamal eykamálverji í fyrsta landsdystinum. Ta ferðina stóð Jens Martin Knudsen, sum nú er hjálparvenjari, millum stólparnar.


3-0 tapið í gjár var tað størsta tey knappliga tjúgu árini, sum Føroyar og Ísland í FIFA høpi hava spælt landsdystir. Níggju innanhýsis uppgerðir hava verið og bara eina ferð áður hava Føroyar tapt við meiri enn einum máli. Tað var 2-0 í vinardysti í Neskaupstaði 2. juli í 1995. Hinar sjey ferðirnar hevur munurin ongantíð verið meiri enn eitt mál.

Í fýra av teimum níggju dystunum ímóti Íslandi, hava Føroyar skorað mál. Í báðum HM undankappingardystunum í 2003 vann Ísland 2-1.

4. februar í 2000 spældu grannarnir NM kappingardyst í La Manga í Spania. Ísland vann 3-2, eftir at Føroyar í steðginum høvdu verið á odda 2-1.


Altjóða støðan er nógv viknað

Pílurin hjá Føroyum hevur leingi peikað skeiva vegin á FIFA styrkislistanum, og úrslitið í gjár fer ikki at betra um støðuna.

Seinasti FIFA listin er tann frá mars. Á honum er Ísland á 89. plássi, og Føroyar eru á 193. plássinum. Íslandi hava 366 stig, og Føroyar hava 14 stig. Stigatalið hjá Føroyum er tað sama, sum tað var í februar, men Føroyar hava kortini lyft seg frá 195. plássinum í februar.

Fjúrtan fótbóltstjóðir eru aftanfyri Føroyar á styrkislistanum. Av teimum er bara ein úr Europa. Tað er San Marino, sum hevur fimm stig og er nummar 198. Aðrar europeiskar tjóðir, sum Føroyar hava verið frammanfyri, eru Andorra, Luksemborg og Liktinstein. Hesar eru nú ávikavíst nummar 179, og Liktinstein, sum er nummar 152 við 260 stigum.

Nú eru altso 256 stig og 41 pláss ímillum Føroyar og Liktinstein. Føroyar og Liktinstein hava tríggjar ferðir spælt ímóti hvørjum øðrum í vinardystum, og Føroyar hava vunnið allar dystirnar. 26. apríl í 2000 var úrslitið í Vaduz 1-0 til Føroyar, á Kypros 13. februar í 2002 var úrslitið eisini 1-0 til Føroyar, og 19. august í 2002 vunnu Føroyar í Havn 3-1 á Liktinstein.

Nú tað í fleiri ár hevur gingið rætta vegin hjá Liktinstein, meðan Føroyar eru farnar skeiva vegin, hevði tað verið áhugavert við nýggjari uppgerð fyri at vita, hvussu innanhýsis styrkismunurin nú er.


Góð úrslit ímóti Íslandi

Kanska kunnu avrikini hjá Føroyum og Liktinstein ímóti Íslandi nýtast sum metingargrundarlag fyri, hvussu tað er møguleiki fyri, at tað fer at tørna út, um ella tá ið Føroyar og Liktinstein aftur fara at spæla.

Í EM undankappingini, sum varð avgreidd í 2006 og í 2007, vóru Ísland og Liktinstein í bólki saman. 2. juni síðsta summar vitjaði Liktinstein á Laugardalsvøllinum. Úrslitið var 1-1 eftir at Íslandi hevði verið á odda eftir 1. hálvleik. Liktinstein stóð seg altso betri í Reykjavík, enn Føroyar gjørdu í 2003, tá ið Ísland vann undankappingardystirnar báðar 2-1.

Liktinstein stóð seg uppaftur betur, tá ið Ísland 17. oktober 2007 vitjaði í Vaduz. Liktinstein vann 3-0, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 1-0!

Í gjár var føroyska liðið ikki fullmannað, um tað ber til at siga tað soleiðis. Tríggir og kanska fýra og fimm spælarar, sum møguliga høvdu verið ímillum teir fyrstu ellivu, vóru ikki við: Jón Rói Jacobsen, Súni Olsen, Christian Lamhauge Holst, Jákup á Borg og Andrew av Fløtum. Men so skal eisini havast í huga, at íslendska liðið hesa ferð var heilt øðrvísi mannað, enn tað var, tá ið stinnasta íslendska liðið spældi ímóti stinnasta liðnum hjá Liktinstein.

Eingir teirra, sum vóru við til at tapa í Liktinstein, vóru við í gjár, og heldur ikki íslendingarnir, sum vóru eykamenn í Vaduz, vóru við til at manna íslendska liðið í gjár.

So tað ber ikki til at staðfesta annað, enn at útgangsstøðið ikki er serliga gott í altjóða høpi, nú Føroyar fyrireika seg til nýggja undankapping. Tað hugaliga í tí er, at tað eiga at vera góðir møguleikar fyri, at tað skal ganga betri, tí botnurin er ikki so langt burtur.