Botnlið skelkaði Heina og liðfelagarnar

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum millum Fremad Amager við Heina Vatnsdal á liðnum og botnliðið AB

Áðrenn umfarið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini ígjár hevði botnliðið AB ikki vunnið nakran dyst, og liðið úr Gladsaxe hevði bara tvey stig. Tað bleiv broytt ígjár á leikvøllinum í Sundby á Amager, tá Fremad Amager við Heina Vatnsdal á liðnum tók ímóti AB.

 

AB vann rættiliga óvæntað 3-1. Olcay Senoglu legði annars Fremad Amager á odda longu tá 22 minuttir vóru farnir. 13 minuttir seinni javnaði AB, og í seinna hálvleiki fekk útiliðið tvey mál aftrat, og harvið ein óvæntaðan útisigur.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum. Tað er YouTube rásin hjá Fremad Amager, sum hevur lagt hæddarpunktini út.