Bosnia-Hersegovina á veg inn í ES

Alt bendir á, at Bosnia-Hersegovina er eitt komandi ES limaland.

 

Bosnia-Hersgovina byrjaði tað, ið verður kallað Stabilisation and Association Process, ið er vanliga leiðin hjá einum balkanlandi inn í ES.

 

Ætlanin bleiv gjørd fyri at útvega balkan londum ein møguleika at gerast limur í ES, við at implementera nøkur politisk og búskaparlig mál, við tí endamálið at fáa friðarlig viðurskiftir millum londini í økinum.

 

Evroparáðið sigur í viðmerkingum, at um Bosnia klárar at yvirhalda punktini í Keypmannahavn avtaluni, so er tað ein sjálvfylgja, at Bosnia-Hersegovina gerst limur í ES.

 

Keypmannahavn avtalan inniber, at eitt land, ið miðar eftir at gerast limaland, skal gera átøk mótvegis fólkaræðisligum stýri, mannarættindum og skal implementera ein marknaðarbúskap. Sambært Evroparáðnum, so er Bosnia-Hersegovina væl ávegis.