Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, umhugsar at flyta Yvirhúsið út úr London til landnyrðingsenska býin York.
Tað skrivar bretska blaðið Sunday Times, sum vísir til ónevndar keldur.
Johnson vann sannførandi valið í síðsta mánaði. Tá lovaði hann samstundis at økja íløgurnar í norðrara partinum av Onglandi, sum síðani fíggjarkreppuna hevur verið raktur av afturgongd í ídnaðinum.
Sambært blaðnum hevur Boris Johnson givið boð um at fara undir at leggja flytanina til rættis. Blaðið vísir á, at konservativi leiðarin vil at halda fast um stuðulin frá veljarunum í økinum.
Eitt møguligt stað, har Yvirhúsið kann vera, er sambært Sunday Times ein almennur bygningur nærindis jarnbreytarstøðini í York.
York, sum rómverjar bygdu og sum er kendur fyri sín miðaldarinnar stóra katedral, er staðið, Johnson helst vil flyta Yvirhúsið til. Síðani er Birmingham, sum er næststørsti býur í Onglandi næsta valið.
Eitt sindur fleiri enn 200.000 fólk búgva í York.
Yvirhúsið er annar parturin av tinginum í Bretlandi. Tað hevur røtur heilt aftur í 1400 talið og hevur fyrr virkað sum kærurættur. Í dag fremur Yvirhúsið lógartekniskar kanningar av stjórnaruppskotum.
Í Yvirhúsinum eru 743 limir og hevur Yvirhúsið sæti í Palace of Westmister í London.
Limirnir í Yvirhúsinum eru fyri tað mesta tilnevndir av forsætisráðharranum.
Boris Johnson er mitt í fyrireikingunum til brexit, sum kemur í gildi um minni enn tvær vikur.
Johnson vann í desember tjóðartingsvalið við tryggum meiriluta upp á 453 sessir av tilsamans 650 sessum í Undirhúsinum. Harvið røkk hann sterksta konservativa meiriluta síðani 1987.
/ritzau/Reuters











