Boringin á Snilehorn er byrjað

Faroe Petroleum er farið undir boring í Norska havinum, har felagið eigur 7,5 prosent

Faroe Petroleum boðar í morgun frá, at felagið nú er farið undir at bora á Snilehorn leitimiðinum í Norskahavinum. Felagið eigur 7,5 prosent av leitiloyvinum, meðan Statoil er fyristøðufelag og eigur 50 prosent av loyvinum. Snilehorn leitimiðið liggur fýra km frá Hyme framleiðslueindini (Faroe 7,5 prosent), har framleiðslan er íbundin Njord framleiðslueindina, sum Faroe eisini eigur 7,5 prosent av.

 

Brunnurin og ein ætlaður síðusporsbrunnur skulu finna kolvetni í líknandi jarðgoymslum sum Hyme oljukeldan í trimum møguligum jarfláum. Verður Snilehorn eitt fund, er ætlanin at gera eina skjóta útbygging á sama hátt, sum gjørt varð á Hyme útbyggingini, tá bundið varð í Njord. Havdýpið er 282 metrar, og ætlanin er at bora niður á 3.205 metrar. Songa Trym boripallurin verður nýttur.

 

– Felagið fegnast um, at Snilehorn leitibrunnurin nú verður boraður, sum tann fyrsti av eini røð av 6 brunnum. Verður Snilehorn eitt fund, kann tað skapa møguleika fyri framleiðslu við eini skjótari útbygging. Fyri framman liggur eitt tað mest spennandi og týðandi tíðarskeiðið hjá felagnum við framhaldandi boringum av bæði leiti- og metingarbrunnum, sum eru fult fíggjaðir, og sum kunnu skapa týðandi virðisøking fyri partaeigarnar, sigur felagið í tíðindaskrivi í morgun.