Boring á landgrunninum steðgað

Boring:
Fyri eini viku síðani avgjørdi italska oljufelagið ENI, sum stendur fyri boringini á landgrunninum, at steðga boringini í einar fjúrtan dagar

Orsøkin er tann, at felagið vil tryggja seg væl og virðiliga, um eitt
møguligt óhapp skuldi hent undir boringini. Hetta veit Sosialurin frá keldum í oljuídnaðinum, men ENI vil ikki gera viðmerkingar til hesi tíðindi. Kelda okkara sigur, at avgerðin at steðga boringini kemur í kjalarvørrinum á óhappinum í Meksikoflógvanum. Undan boringini endurskoðaði ENI annars allar trygdarreglur og prosedurur og lat eisini uttanveltaðum ráðgevum upp í hendi eftirlitsuppgávu fyri at tryggja, at alt er sum tað eigur.
Eftir at hava borað í góða viku gjørdi felagið so av enn einaferð at
eftirhyggja trygdina í sambandi við boringina og varð avgjørt at gevast við at bora, meðan sveisarar o.o. fóru undir at eftirhyggja og útbyggja
trygdarventilin eisini nevndur BOP (Blow out Preventer). Sum skilst verður hetta gjørt fyri at vera 100% á tí tryggu síðuni skuldi eitt óhapp hent.
Keldan sigur við Sosialin, at orsøkin til hesa avgerð hevur einki við
trupulleikar at gera, tí alt hevur gingið, sum tað skal higartil.
Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi váttar, at boringin er steðgað, og hann gleðist um, at oljufelagið raðfestir trygdina so høgt, at tað vil brúka tíð upp á at uppgradera trygdarviðurskiftini. -Tað kann bert gleða okkum, at hesi viðurskiftini verða tikin í størsta álvara sigur hann. Sosialurin skilur annars, at boringin hevur gingið væl.