##med2##
Í kvøld klokkan 20 skal Víkingur í holt við eina torføra uppgávu á útivølli móti Streda úr Slovakia. Streda vann fyrra dystin í øðrum undanumfarinum í Europa Challenge League 2-0 á Tórsvølli.
Dysturin verður spældur klokkan 21 slovakiska tíð. Sólsetur er klokkan 20.15, men tað vera 23-24 stig undir dystinum, so Víkingur fær sína sak fyri.
Borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen sum er ein trúgvur og drúgvur Víkinga-fjeppari, og hevur ferðast allan vegin til Slovakia at stuðla Víkingi er tó bjartskygdur.
Per Martin væntar, at Víkingur fer at gera ein vørr og fer at vinna 3-0 í kvøld, og harvið samanlagt 3-2.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Per Martin fyri løtu síðani.