Málið um byggiloyvi til Koks í Fossdali millum Velbastað og Syðradal liggur ikki hjá Tórshavnar kommunu.
Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, í viðmerking til tíðindini um, at Koks er flutt til Grønlands.
– Málið hevur ligið eitt heilt ár hjá yvirfriðingarnevndini. Vit fingu lovað, at tað skuldi verið avgreitt í oktobermánaði, men enn er einki hent, sigur Heðin Mortensen.
– So málið er langtsíðani avgreitt frá býráðnum.
Hann sigur, at býráðið koyrdi málið ígjøngum og sendi tað til landsmyndugleikarnar.
– Og tað er har, vit ikki fáa svar, og tað er tann stóri trupulleikin, sigur Heðin Mortensen.
Harumframt, so hevur bóndin, sum hevur festið á Velbastað kært fleiri ferðir í málinum, og tað hevur eisini tarnað viðgerðini.
– Tað er sera keðiligt, at málið ikki kann vera avgreitt, sigur Heðin Mortensen.
Tað var eitt meira ella minni samt býráð, sum samtykti byggiloyvið, so tað er ikki ein trupulleiki, at Tórshavnar kommuna er ímóti verkætlanini. Tvørtur ímóti.
Heðin Mortensen sigur, at kommunan fær ikki gjørt annað enn at royna at trýsta á og vísa á, hvussu mannagongdin hevur verið í hesum máli.
– Og at vit hava bíðað og bíðað eftir landsins myndugleikum og friðingarnevndini. Vit fáa ikki gjørt av, nær friðingarnevndin hevur fund. Men vit hava vent okkum til landsstýrismannin við búnaðarmálum, við friðingarmálum og til løgmann, bæði skrivliga og munnliga, vit hava verið allan vegin ígjøgnum fyri at fáa svar, sigur Heðin Mortensen.
– Hetta er eitt stórt mál og eitt sera keðiligt mál. Eg eri púra samdur við Guðrið Højgaard, stjóra í Visti Faroe Islands, í tí, sum hon sigur. Hetta er slett ikki í ordan, sigur Heðin Mortesen, borgarstjóri í Havn.











