Fólkaatkvøða er í Hósvík og Hvalvík í dag, um at varðveita skúlarnar í bygdini. Kommunan ynskir at leggja allar skúlar í kommununi saman í ein felagsskúla, men tá tretivu prosent av íbúgvunum í skúlaøkjunum í Hósvík og Hvalvík skrivaðu undir eina áheitan um at koyra málið út til fólkaatkvøðu, varð kommunan noydd at geva eftir.
Tá in.fo tosaði við borgarstjóran í Sunda kommunu, Heðin Zachariasen, tordi hann ikki at meta um, hvat úrslitið verður.
- Eg vænti tað verður javnt. Eg tori faktiskt slett ikki at siga hvønn veg tað koppar, sigur Heðin Zachariassen.
Borgarstjórin sigur, at kommunan hevur lagt dent á at lýsa fyrimunirnar við samanleggingini.
- Vit hava brúkt orku uppá at vísa á, hvat er best fyri skúlan, heldur enn at kjakast um eitt ja og nei. Men hendan avgerðin er bygd á eina semju, har øll skúlaráð hava verið við.
- Tað er tó eingin ivi er um, at hetta er størsta málið í eini kommunu. Hetta handlar um børnini og tey ungu. Tey eru okkara framtíð.
- Tí ynskja vit at geva teimum tær bestu fysisku og fakligu karmarnar. Sum kommuna er tað okkara ábyrgd at tryggja hesar karmar. Tá tær fysisku karmarnar verða betri, fáa vit eisini dygdargóðar fakligar karmar.

Borgarstjórin torir ikki at gita





