Um ársskifti varð eldraøki endaliga flutt út til kommunurnar at umsita, men kommunurnar hava undrast á, hví broytingar í landsfyrisitingini ikki hava fylgt við.
Fríggjadagin greiddi fíggjarmálaráðharrin frá støðuni, men Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu sigur tað vert vera uttanumtos.
- Við sera tunnum grundgevingum, roynir hann (Jørgen Niclasen, red.) at grundgeva fyri sentralstýrðingini av eldraøkinum og varðveitslu av nøkrum størvum í miðfyrisitingini, sjálvt um økið er lagt út til kommunurnar at umsita, sigur Jóhan.
Les eisini: Uttanumtos, Jørgen Niclasen
Sambært borgarstjóranum í Eysturkommunu, so varðveitir miðfyrisitingin nøkur dýr størv, sum annars eru flutt út til kommunurnar.
- 400 milliónir krónur verða fluttar frá landinum til kommunurnar at umsita, og eigur tað at viðføra broytingar. Eg eri als ikki úti eftir at fólk skulu sigast upp í miðfyrisitingini, tí tað havi eg fyri so vítt onga meining um. Tað eg vil vísa á er, at tað er als ikki rætt, at nú kommunurnar hava yvirtikið eldraøki, at miðfyrisitingin framhaldandi skal arbeiða, sum onki er broytt, sigur hann.