Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, er bæði skakkur og skuffaður um, at Faroe Ship nú gevst at sigla til Klaksvíkar. Tænastustøðið í Klaksvík læðkar, og Klaksvíkar havn missir stabilar inntøkur. Hetta verður avleiðingin av avgerðini hjá Faroe Ship, sigur Steinbjørn O. Jacobsen í samrøðu við Sosialin í dag.
Tvey av teim fimm starvsfólkunum hjá Faroe Ship í Klaksvík eru uppsøgd, nú fasta rutan til Klaksvíkar er niðurløgd.
Faroe Ship ynskja at betra tænastustøði og mannagongdir, og tí gevast Lómur og Blikur at sigla til Klaksvíkar.
Men borgarstjórin í Klaksvík skilur ikki avgerðina, og sigur, at kommunan als ikki er kunnað.
- Hetta er heilt ótrúliga óheppið, og eg fái meg framvegis illa at trúgva tí, sigur ein skakkur Steinbjørn O. Jacobsen.
Borgarstjórin heldur, at tað er løgið, at Faroe Ship brúkar undirsjóartunnilin sum grundgeving fyri at gevast at sigla til Klaksvíkar.
- Runavík hevur havt fast samband til Havnar alla tíðina, men tað hevur ongantíð verið upp á tal at niðurleggja tað rutuna. Klaksvík hevur eina tunga útflutningsvinnu, og Klaksvíkar kommuna hevur gjørt alt fyri at geva Faroe Ship so góðar møguleikar og umstøður sum møguligt. Tí er hetta eitt slag fyri bógvin hjá okkum, staðfestir Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri.










