Løgreglan í miðamerikanska landinum Guatemala hevur tikið Luis Fernando Marroquín og skuldsett hann fyri at hava givið tveimum leigusveinum boð um at beina fyri tveimum øðrum monnum. Luis Fernando Marroquín stillaði upp til borgarstjóravalið í býnum San José Pinula. Tað gjørdu tveir aðrir menn eisini, men teir vórðu myrdir. Nú hevur løgreglan skuldsett Luis fyri at hava biðið tveir leigusveinar beina fyri sínum kappingarneytum.
Sjálvur vildi Luis Fernando Marroquín vera við, at onkur hevði roynt at beina fyri sær undir valstríðnum, men sambært CNN avdúkaðu kanningar hjá løgregluni, at hann segði ósatt.
Dráp og onnur brotsverk eru næstan gerandiskostur í Guatemala. Eitt nú eru javnan samanbrestir millum rúsevnaharkalið, sigur CNN.










