Borgarstjórarnir í Sandoynni hava í sent inn eitt lesarabræv, har teir rópa varskó, nú enn eitt alment partafelag niðurleggur sínar tænastur í oynni.
Fyrst var tað Føroya Tele, sum niðurlegði sítt virksemi og nú er tað Fiskaaling, ið niðurleggur sítt virksemi á Lívfiskastøðini í Skopun.
Borgarstjórarnir í oynni sakna eina útmelding frá politisku skipanini, ið teir siga einans stendur og hyggur at, meðan oyggin spakuliga bløðir út.
Tey vilja vita, hvat fyri virksemi ætlanin er at stovna í Sandoynni, afturfyri tað virksemið ið politiska skipanin hevur tikið úr oynni í seinastuni.