Borgarafundur í Skúvoy um náttúruvernd

Tað eru Skúvoyar kommuna og hagastýrini í Skúvoy, sum hava heitt á Umhvørvisstovuna um at verja náttúruna í oynni við heimild í Náttúruverndarlógini

Fundurin verður kl. 16.00 í skúlanum og er almennur

Á fundinum verður kunnað um tilgongdina, tá arbeitt verður við at gera eina verndarkunngerð, og hvussu staðkend fólk og aðrir áhugapartar kunnu veita upplýsingar um náttúruna og annað, sum er viðkomandi fyri skipan av verndini, tað skrivar Umhvørvisstovan. 

Skráin er hendan: 

kl. 

16.00  Vælkomin 

Sigga Jacobsen, deildarleiðari, Umhvørvisstovan 

16.05  Um arbeiðið í Ramsar-nevndini 

16.35  Hví reisa verndarmál í Skúvoy? 

Umboð fyri stigtakarar 

16.45 Verndarøki í Skúvoy 

Theresa Jákupsdóttir, náttúrumálsviðgeri, Umhvørvisstovan 

17.20  Orðið er frítt 

18.00  Liðugt 

Drekka verður at fáa. 

Sildberin fer av Sandi kl. 15.00, og úr Skúvoy kl. 18.45. 

Oyggin hevur serliga náttúru og er eitt Ramsar-verndarøki við altjóða týdningi fyri fugl. 

Í viðgerðini av eini møguligari náttúruvernd av Skúvoy, verður dentur lagdur á at hava eina tilgongd, har øll sjónarmið verða tikin við. Tí verður skipað fyri almennum fundi. 

Áðrenn endalig verndarkunngerð verður orðað, ger Umhvørvisstovan eina verndarætlan við týdningarmestu avleiðingunum, sum økisverndin kann væntast at fáa. Í hesum sambandi vil Umhvørvisstovan fegin hoyra frá øllum, sum hava eina vitan, sum kann hava týdning fyri verndina av Skúvoy. 

Borgarar, stovnar, feløg, virkir og aðrir áhugapartar kunnu senda uppskot og viðmerkingar til Umhvørvisstovuna innan týsdagin 6. mai 2025. Vinarliga skriva til us(at)us.fo ella til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, FO-165 Argir, Vernd, og viðmerk j.nr.: 24/05287.